
VINNUHURÐAR - STÓRT ÚRVAL
Sektiónshurðar (TLP)
Sektiónshurðarnar eru fjølbroyttar og vælegnaðar til vinnuvirksemi. Panelini eru 40mm og eru væl bjálvaðar, sterkar, lættar at viðlíkahalda og tryggar at nýta. Ryterna framleiða øll sløg av av skinnarum - eisini sergjørdir eftir tørvi. Fjarðarnir hava eina livitíð upp á uml. 25.000 upp/niður.
Til tyngri og sera tungar hurðar viðmæla vit fjaðrar við eini livitíð upp til 50.000 ella 100.000 ferðir.​​​​
​
​​
​​
​​
​​
​​​​​



Sektionshurðar - full view

Hurðarnar hava standard anodiseraðar aluminiumsrammur við dupultum akrylgleri.
Aluminiumsprofilarnir kunnu málast í øllum litum – eisini við metallyvirflatu.
Tú kanst velja millum akryl, rispufast (Anti-Scratch), tónað, matt, polykarbonat ella trygdarglas.
Standard botnpanelið er hvítt "sandwich"-panel.
Tað er møguligt at fáa botnpanelið í glas ella sum “sandwich”.
​​​
​​​
​​
​​
​​
​​
​​​
​​


Sektiónshurðar - Ultra Thermo
Ultra-Thermo eru tær vælbjálvaðu hurðarnar (TLP ULTRA THERMO 80) og eru sniðgivnar og framleiddar til at spara orku í upphitaðum ella niðurkøldum bygningum.
Ein hitabryggja (thermo brake) millum innaru og uttaru stályvirflatu saman við 80 mm tjúkkari bjálving úr polyurethane gevur hurðini eina framúr góða bjálving – heilt niður í 0,5 W/m²K.
Tveir gummilistar niðast á hurðini verja sera væl móti orkutapi.
​​
​​
​​
​​
​​
​​
​​
​



PVC - Skjóttgangandi hurðar
Skjóttgangandi hurðar, serliga roll-up og roll-zip, eru sniðgivnar til umhvørvi har ferð og effektivitetur hava stóran týdning.
Tær hóska væl til op upp til 4000 mm í breidd og 4000 mm í hædd.
Dúkurin er gjørdur úr slitsterkum PVC, við eini vekt upp á 900 g/m², sum tryggjar sterka verju móti veðri og umstøðum – samstundis sum hurðin er løtt at nýta.
Alt mekaniskt – t.d. leiðarar, brakettir og aksil – eru úr galvaniseraðum stáli, sum gevur góða verju móti rusti og longri livitíð (fæst eisini í rustfríðum).
Hurðin verður rikin við einum 1-fasa motori, samanbundnum við einum N2000 RYTERNA inverter, sum gevur smidliga og góða ferð, tá dúkurin ferðast upp og niður.
Hetta ger hesar hurðarnar væl egnaðar til vinnunýtslu, har nógv ferðsla og góð umhvørvisrøkt eru avgerandi.
​
​
​
​
​
​
​
​​
​
​​
​​​​​


Aðrar hurðaloysnir til vinnuna? Trýst her
